23.07.2019 kl. 14.42
Skriva út

Glastrevjabátur við 7 fólkum umborð fór at leka norðaliga í Djúpunum.

Kl. 1002 UTC fekk MRCC boð frá alarmsentralinum um at ein 30 fót glastrevjabátur við 7 fólkum umborð var farin at leka. Báturin var tá staddur undir Kallsoyarlandinum norðaliga í Djúpunum. Ein hvøllur brestur var, so helst hevur báturin borið við eitthvørt, sum fleyt í sjónum.

Tey, sum vóru umborð royndu at oysa við spannum og øðrum, sum var til taks, somuleiðis hevði báturin 2 elektriskar pumpur og hondpumpu, men trupult var at helda bátin lens, og vandi var fyri at báturin fór at søkka.

Báturin sigldi sjálvur til annan bát, sum var staddur tætt við tann neyðstadda. Somuleiðis vóru boð send eftir Brimli, sum var staddur umleið 4,5 fjórðingar frá tí neyðstadda.

Neyðstaddi báturin, sum hevði ein 8 persóns gummibát umborð, setti hendan á sjógv og 6 persónar blivu fluttir yvir í gummibátin. Eigarin bleiv sjálvur verandi umborð á bátinum. Øll fólkini vóru í bjargingarvestum.

Brimil kom á staðið og setti arbeiðsbátin á sjógv við pumpum og útgerð at tetta lekan við. Teir 6 persónarnir, sum vóru í gummibátinum vóru fluttir umborð á Brimil, og hava tað eftir umstøðunum gott.

Brimil sleipaði bátin til Klaksvíkar.