24.09.2026 kl. 12.00
Skriva út
Hámarkið á Føroyabanka hjá bólki 5 verður hækkað
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur gjørt av at hækka hámarkið hjá hvørjum útróðrarbáti í bólki 5 í fiskiskapinum á Føroyabanka við fýra døgum fyri tað, sum er eftir av árinum.
Hámarkið fyri hvønn bátin verður sostatt 8 dagar.
Broytingin fær gildi frá 24. september 2026.
Vørn skal boða frá, at tað er ikki neyðugt at søkja um nýtt fiskiloyvi hjá teimum, sum longu hava fiskiloyvi á Føroyabanka.