22.09.2022 kl. 15.35
Skriva út

Hasfjord maskintrupuleikar

Stutt fyri kl. 11:00 fyrrapartin í dag boðaði Hasfjord frá at teir høvdu maskintrupulleikar, og fingu ikki siglt. Tvíkiljan “Tvørfelli” hjá Hiddenfjord var stødd á leiðini og setti fast á Hasfjord soleiðis at hann ikki rak á land.

Brimil var skjótur á staðið og byrjaði at sleipa Hasfjord ímóti Tórshavn kl. 12:45.

Umframt manningina vóru 5 ferðafólk og 4 bilar við Hasfjord hendan túrin.

Myndirnar hevur Bjartur Tórhalsson tikið