22.01.2024 kl. 12.00
Skriva út

Keyp og søla av fiskiloyvum í bólki 5

Keyp og søla av fiskiloyvum í bólki 5

Vørn sær av og á, at fiskiloyvi í bólki 5 verða sett til sølu á sosialum miðlum ella torgum. Vørn skal í hesum sambandi minna á, at fiskiloyvi kann ikki skifta hendur uttan góðkenning frá Vørn.

Tað er komið fyri, at fólk hava goldið privat fyri fiskiloyvi, sum ikki er til, og hetta er sjálvandi sera óheppið.

Vørn skal í hesum sambandi heita á fólk um altíð at venda sær til Vørn, áðrenn nøkur sølu fer fram.

Vørn skal eisini vísa á, at fiskiloyvi í bólki 5 einans kann flytast til ein annan bát, um bátur verður skiftur út ella seldur, sbrt. § 32, stk. 1 og 3 í sjófeingislógini. Fiskiloyvi í bólki 5 kann ikki seljast einsamalt.