23.08.2021 kl. 13.39
Skriva út

Kokkar til Vørn

Eitt avloysarastarv og eitt fast starv sum kokkur við skipunum hjá Vørn, verða hervið lýst leys. Avloysarastarvið er fyri tíðina 24. sep 2021 og 1 ár fram. Fasta starvið verður at seta sum skjótast.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Matgerð og provianttering.
  • Reingerð av gallu, messu, sallong, proviant- og vaskirúmi.
  • Annars arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.

Førleikakrøv:

  • Vinnubræv sum skipskokkur.
  • Heilsuváttan og Trygdarskeið fyri sjómenn.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.

Setanartreytir:

Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Arbeiðstíðin er 14 dagar umborð síðan 14 dagar avspáking. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheiti er kokkur.

Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Umsóknir:

Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi, í seinasta lagi 06. sep 2021 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:

VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo