11.02.2020 kl. 07.57
Skriva út

Kokkur til Vørn

Eitt starv sum kokkur við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávir:

  • Matgerð og proviantering.
  • Reingerð av gallu, messu, salong, proviant- og vaskirúmi.
  • Annars arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.

Førleikakrøv:

  • Vinnubræv sum skipskokkur.
  • Heilsuváttan og Trygdarskeið fyri sjómenn.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.

Setanartreytir:

Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheiti er kokkur.

Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Umsóknir:

Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi, í seinasta lagi 25. februar 2020 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:

VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: journal@vorn.fo

         (øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo