02.03.2021 kl. 09.29
Skriva út

Kunngerð um uppboðssølu av veiddum botnfiski.

Tann 1. januar 2021 kom nýggj kunngerð um sølu av veiddum fiski í gildi. Vørn hevur fingið fleiri fyrispurningar um, hvussu nýggja kunngerðin skal skiljast.

Kunngerðin ásetir, at í minsta lagi 30% av veiðu í rundari vekt av hvørjum fiskaslagi sær, landað av føroyskum fiskifari í einum fiskiári,  skal seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.

Ásetingin fevnir um veiðu í føroyskum ella íslendskum sjógvi av toski, hýsu, brosmu, longu, havtasku og svartkalva og einans um ósløgdan fisk, sløgdan fisk við høvdi og sløgdan, avhøvdaðan fisk.

Fyrispurningar hava verið, um tað telur uppí tey 30%, um seljarin keypir sín egna fisk aftur.

Vørn skal boða frá, at kravið er, at 30% av veiðuni verður seld, og til eina sølu krevst tveir partar. Ein keypari og ein seljari. Vørn metir tað sostatt ikki sum eina sølu, um seljarin “keypir” sín egna fisk aftur. Keyparin skal vera eitt annað felag ella persónur enn tann, sum selur.