07.11.2019 kl. 13.35
Skriva út

Kunning frá Fiskiveiðieftirlitinum um fiskidagarnar hjá bólki 5

Bólkur 5 A hevur higartil brúkt 3740 fiskidagar av teimum 5327, ið eru tillutaðir bólkinum. Sostatt eru 1587 dagar eftir hjá Bólki 5 A.

Bólkur 5 B hevur higartil brúkt 5497 fiskidagar av teimum 5702, ið eru tillutaðir bólkinum. Sostatt eru 205 dagar eftir hjá bólki 5 B.

Um nýtslan av døgum hjá bólki B, verður hin sama sum hon hevur verið seinasta vikurnar, so kann roknast við, at dagarnir hjá bólkinum verða brúktir um eina til tvær vikur.