14.12.2018 kl. 13.39
Skriva út

Kunning til keyparar av 3 og 8 ára rættindum í 2018.

Vørn skal gera vart við, at keyparar av 3 og 8 ára rættindum í 2018 skulu veita trygd fyri gjaldið í 2019, áðrenn fiskiloyvi til hesi rættindi fyri 2019 verða skrivaði út. Trygdin fyri 2019 skal setast svarandi til gjaldið fyri 2018.

Víst verður annars til §§ 5-7 í kunngerð um at bjóða út rættindi at veiða svartkjaft, norðhavssild og makrel og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu í 2018.

Kunngerðin kann finnast her.