23.02.2026 kl. 12.00
Skriva út
Kunning til tey, ið eiga bát undir 15 tons og ætla sær at reka vinnuligan fiskiskap í bólki 5
Tað kemur meira enn so fyri, at tað verður ringt til Vørn og sagt frá, at bátar hava verið til útróðrar og ætla sær at avreiða, hóast einki loyvi er útskrivað.
Kunnast skal tí um, at sambært Sjófeingislógini § 4, er ásett, at fyri at reka vinnuligan fiskiskap krevst at fiskifar hevur fiskiloyvi. Í hesum sambandi skulu vit eisini gera vart við, at tað er ein avgjørd treyt, at tey sum ætla sær at avreiða, hava fingið fiskiloyvi útskrivað frá Vørn.
Tað er ikki nokk, bert at hava sent eina umsókn um fiskiloyvi og at hava avgreitt gjaldið. Umsøkjarin skal vissa seg um, at loyvið er avgreitt, áðrenn farið verður til vinnuligan fiskiskap.