27.12.2019 kl. 11.35
Skriva út

Kunning um avgreiðslu av fiskiloyvum !

Starvsfólk á Vørn útskriva fiskiloyvi fyri 2020 í dag og mánadagin 30. desember verður hildið fram. Byrjað verður við fiskiloyvum til fiskifør, ið eru undir fiskidagaskipan.

Talan er um nógvar umsóknir, sum skulu viðgerast  og tí er ringt at siga, hvussu nógv loyvi verða útskrivað, áðrenn mánadagurin er liðugur. Týsdagin 31. desember 2019 og Nýggjársdag 1. januar 2020 er skrivstovan stongd. Tá verða eingi loyvi útskrivað.

Loyvi til fiskiskap, ið verður skipaður við kunngerð, verða ikki skrivað út, fyrrenn viðkomandi kunngerðir eru lýstar.