05.05.2021 kl. 17.14
Skriva út

Kunning um broyting í kunngerð nr. 193 frá 29. desember 2017 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum. (Seinast broytt við kunngerð nr. 36 frá 13. apríl 2021)

Í samband við broytingarnar í kunngerðini, skulu vit kunna um, at serliga ein áseting er nýggj og hevur ikki verið galdandi áður. Talan er um áseting í §9 a, ið snýr seg um eina leið vestanfyri, har fiskiskapur við línu ikki er loyvdur í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 1. november.

Vit hava ein varhuga av, at onkur av teimum ið eru í bólki 5 og sum reka fiskiskap við línu, hava skilt tað soleiðis, at hetta ikki er galdandi fyri teir.

Tað kann væl vera, at vit ikki hava svarað heilt greitt, tá spurt hevur verið um broytingarnar og tí halda vit, at rættast er, at kunna so væl sum tilber.

Kunngerðin er greið. Hon loyvir ikki fiskiskapi við línu í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 1. november á leiðini, ið er greinað niðanfyri:

  • 9 a. 1 Í tíðarskeiðinum 1. apríl til 1. november er fiskiskapur við línu ikki loyvdur innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   62°00´000 N 07°40´000 V

2)   62°05´000 N 07°40´000 V

3)   62°05´000 N 07°44´000 V

4)   62°11´000 N 07°35´000 V

5)   62°11´000 N 07°44´000 V

6)   62°05´000 N 07°50´000 V

7)   62°00´000 N 07°48´000 V

8)   62°00´000 N 07°40´000 V