12.11.2019 kl. 14.04
Skriva út

Kunning um fiskidagar hjá bólki 5 í 2019

Í dag, hin 12. november 2019, er støðan viðvíkjandi brúktum fiskidøgum soleiðis, at bólkur 5A hevur brúkt 3834 dagar av teimum 5327, ið er tillutaðir bólkinum. Tískil eru 1493 dagar eftir at brúka hjá bátum í bólki 5A.

Í bólki 5B er støðan tann, at í dag, hin 12. november 2019 eru 5656 dagar brúktir. Til bólk 5B eru 5702 dagar tillutaðir. Tískil eru bert 46 dagar eftir. Fráboðan um nær fiskiskapurin hjá bólki 5 B skal steðga, verður lýstur í Útvarpinum.