06.12.2019 kl. 11.45
Skriva út

Kunning um fiskidagar í bólki 5 í 2019

Eftir at fiskidagarnir hjá bólki 5 B vóru uppi tann 29. november 2019, hevur landsstýrismaðurin í dag tikið avgerð um at lækka fiskidagatalið hjá útróðrarbátunum í bólki 5A  við 240 fiskidøgum og hækka fiskidagatalið hjá útróðrarbatunum í bólki 5 B samsvarandi.

Í dag, hin 6. desember 2019, er støðan viðvíkjandi brúktum døgum soleiðis, at bólkur 5 A hevur brúkt 4172 fiskidagar av teimum 4643 fiskidøgunum, ið nú eru tillutaðir bólkinum. Sostatt eru 471 fiskidagar eftir at brúka hjá bátum í bólki 5 A.

Í bólki 5 B er støðan tann, at 6172 fiskidagar eru brúktir av teimum nú tillutaðu 6386 fiskidøgunum. Sostatt eru 214 fiskidagar eftir at brúka hjá bátum í bólki 5 B.

Tí skal Vørn boðað frá, at útróðrarbátar í bólki 5 B, kunnu fara aftur til fiskiskap frá í dag at rokna.