27.05.2019 kl. 12.58
Skriva út

Kunning um fiskiloyvi í bólki 5

Vørn skal kunna um, at treytirnar fyri 5A og 5B loyvi eru broyttar. Nýggju treytirnar áseta, at eigarar av fiskiførum, ið avreiddu fyri meir enn 200.000 kr. í 2018 hava rætt til 5A loyvi í 2019. Talan er um eini 80 fiskifør. Vørn er í ferð við at skriva tey nýggju loyvini út. Tey kunnu síggjast á www.teyggjan.fo

Vørn skal gera vart við, at longu brúktir dagar hjá hesum fiskiførum verða trektir av 5A-loyvinum.