18.09.2026 kl. 12.00
Skriva út

Kunning viðvíkjandi Simple veiðiváttan

Sáttmálar við onnur lond um veiðiváttan, verða regluliga endurnýggjaðir.

Í hesum sambandið skulu vit boða frá, at simple veiðiváttanin við smábátum niðanfyri 12 metrar longd, fer í søguna tann 1. november 2026. Smábátar skulu eftir hendan dag, setast á ADVANCED veiðiváttan.

Tá smábátur verður skrásettur í ADVANCED veiðiváttan, skal teigurin dagbókanummar setast til talið 0, og í skiparanavn (name of master), skal navnið á eigaranum av bátinum setast (felag ella einstaklingur).

Teknisk kunning viðvíkjandi dagføring av markamóti og XML sniði fæst við at venda sær til ej@formula.fo