26.04.2021 kl. 14.21
Skriva út

LØGFRØÐINGUR TIL VØRN

Vørn søkir eftir løgfrøðingi til setan 1. juni 2021 ella skjótast gjørligt eftir hetta. Talan er um fast starv.

Vørn er stovnur undir Fiskimálaráðnum, og stovnurin er skipaður í deildir. Hesar eru í løtuni Fiskiveiðieftirlitið, MRCC og Veðurstøðin. Starvsinnihaldið er løgfrøðilig ráðgeving til stovnin sum heild.

Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru m.a.:

  • At ráðgeva leiðslu á landi og umborð á skipunum í løgfrøðiligum spurningum, serliga innan fiskiveiðieftirlit, revsirættarligar spurningar og fyrisitingarrætt.
  • At eftirkanna, at reglur um avmarkingar av útlendskum eigaraskapi og miðsavnan av loyvum verða hildnar.
  • At fyrireika revsimál, ið skulu leggjast fyri ákæruvaldinum.
  • At ráðgeva um privatrættarligar sáttmálar, so sum sáttmálar um sleip, sendinet og tryggingar v.m.
  • At menna mannagongdir fyri mál hjá stovninum.
  • At ráðgeva og málsviðgera í sambandi við umsiting av veiðuloyvum og fiskiloyvum.
  • At viðgera møgulig starvsfólkamál.
  • At skriva hoyringarskriv.

Tann setti kann vænta sær eitt starv við sera fjølbroyttum uppgávum í mennandi og yrkisligum umhvørvi. Hevur tú áhuga, áræði og dugir væl at samstarva og eisini at arbeiða sjálvstøðugt, er Vørn rætta staðið.

Umsøkjarin skal hava ella vera um at hava lokið prógv sum løgfrøðingur (cand. jur. )

Setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Vørn á tlf. 351012 millum kl 0900 og kl 1400 og tosa við Jan Klein Olsen, løgfrøðing, ella við teldupost til janko@vorn.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir

Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum, skal sendast til Vørn, Yviri við Strond 3, Postsmoga 1238, 110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 11. mai  2021 klokkan 12.00.

Til ber eisini at senda umsóknina við telduposti til journal@vorn.fo

Øll viðheft skjøl skulu vera í pdf sniði.