29.05.2025 kl. 12.00
Skriva út
Mayday-boð í spølni: Ongin vandi staðfestur
Fyrrapartin í dag, 29. mai varð eitt mayday-boð sent út á VHF kanal 16. Hetta elvdi til, at tyrlan og fleiri bátar vóru sendir at hjálpa. Eftir stutta tíð varð staðfest, at ongin vandi var á ferð. Tað vísti seg, at onkur hevði rópt mayday á kanal 16 í spølni.
Slíkt spæl við neyðarkall kann fáa álvarsligar fylgjur og tekur neyðtænastur burtur frá veruligum uppgávum.