14.01.2021 kl. 14.12
Skriva út

Mist aliútgerð til ampa fyri skip og bátar

Á middegi í gjár boðaði útróðrarbáturin Anru vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum frá, at teir vóru komnir fram á eina alislangu í Vágahavinum, einar 6 fjóðringar úr Koltri, Teir á Anru vóru so beinasamir, at teir settu eina AIS boyu á, so rekin var lættur at finna.

Boð vóru givin til Tjaldrið um, at fara eftir rekandi alislanguni, arbeiði gekk væl, og var Tjaldrið aftur á Havnini um nátturðatíð.

Alislangan var umleið 100 metrar, og  kundi verði til stóran ampa fyri skip og bátar

Manningin á Tjaldrinum hevur nú levera rekan til Tórshavnar Havn, sum er koyrdur til KOB á Hjalla