05.05.2020 kl. 15.12
Skriva út

Móttøkan á Vørn er latin upp aftur.

Vanligar upplatingartíðir eru galdandi, men tað er umráðandi, at starvsfólk og viðskiftafólk fylgja vegleiðingunum hjá myndugleikunum um reinføri og frástøðu.

Flestu viðurskifti kunnu avgreiðast gjøgnum Torvuna, teldupost ella telefon og fyri at fyribyrgja smittu, mæla vit framvegis til, at viðskiftafólk bert vitja okkara avgreiðslu, um tað ikki ber til at avgreiða tíni viðurskifti við okkum á annan hátt.