08.02.2018 kl. 08.45
Skriva út

Norðingur sleipaður vegna maskinbrek

Kl 2000 týskvøldið boðaði Norðingur frá, at teir høvdu maskinskaða og máttu hava sleip. Norðingur var staddur sunnast í føroyskum sjógvi.
Brimil var hjá Norðingi mikumorgunin kl 0700, Brimil setti fast á Norðing og sleipaði hann á Fuglafjørð.
Skipini komu á Fuglafjørð kl 0600 í morgun.
Norðingur var á svartkjaftaveiðu tá teir fingu maskintrupuleikar. Norðingur hevur gott 1600 ton av svartkjafti inni.

Myndinar hevur Dávur Joensen tikið