01.11.2021 kl. 12.24
Skriva út

Nú koma fyrstu veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya

Í dag, mánadagin 1. november 2021, koma 5-daga veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya og ikki frá DMI. Sambært sáttmála við DMI yvirtekur Veðurstovan 5-daga forsagnirnar gerandisdagar fyri Føroyar, meðan DMI ger 5-daga forsagnir um vikuskiftið og eisini halgidagar. Fyribils ger DMI eisini allar stutttíðar forsagnir, fyri fyrsta døgnið.

Frá 1. desember í ár er ætlanin, at Veðurstova Føroya fær ábyrgd av stutttíðar forsagnum (+24 tímar) fyri land og havleiðir og eftirlit av ávaringum, gerandisdagar millum 8 og 17. DMI hevur sum higartil ábyrgdina um kvøldið og náttina, og alt døgnið um vikuskiftið og halgidagar.

Verkætlan

Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um, at Veðurstovan fer at gera størri broytingar í vaktarskipan fyribils, men uppá sikt er ætlanin at fáa eina vaktarskipan allar dagar og fleiri tímar um døgnið. Um kvøldið og náttina verður tó ivaleyst samstarv við DMI ella annan veitara, so vaktarskipanin ikki verður ov dýr.

Tað eru verkætlanir viðvíkjandi gransking og menningararbeiði umframt altjóða og millumtjóða samstarvi, t.d.

  • Meting av mátingarskipan – staðsetingar, veðurmátingar frá alduboyum, veðurradar
  • Góðskuskipan fyri veðurmátingar
  • Betri samskipan av føroyskum veðurmátingum
  • Veðurmodelldata frá DMI og ECMWF
  • Føroyskt veðurmodell, downscaling
  • Verifikatiónssystem ella sannprógvakervi fyri veðurforsagnir
  • Verifikatiónssystem ella sannprógvakervi veðurmodellprognosur
  • Betri miðling til KVF v.fl.
  • Skráseting av veðurfyribrigdum og vitan hjá veðurkønum kring landið.
  • Veðurlagskanningar
  • Heimasíða er í gerð

Tað er nógv annað, sum kundi verið átrokandi/gott at kanna ella byrja at arbeiða við, t.d. “veðurlagsbroytingar”, men í fyrsta umfari verður tað vanliga veðrið raðfest hægri.

Tað eru fleiri felagsskapir, sum kundu verið viðkomandi at gerast limir í t.d. WMO, ECMWF og EUMETSAT. Men tað er sera kostnaðarmikið og heldur ikki heilt lætt. Her verður tí í fyrstu atløgu bert hugsað um hjá-limaskap í WMO. Mett verður, at tað í minsta lagi tekur eitt ár at fáa limaskap í WMO.

Setan av fólki

Veðurstovan er deild undir Vørn, so stjórin á Vørn er stjóri fyri Veðurstovuna meðan veðurmenningarbólkurin hevur virkað sum deildarleiðari. Á veðurstovuni eru í løtuni tveir veðurfrøðingar og verkætlanarsett kt-fólk. Harumframt eru tøkningar, skrivstovufólk v.fl., sum eru sett av Vørn ella MRCC, men í vissan mun arbeiða fyri Veðurstovuna.

Nú verður deildarleiðari vónandi skjótt settur og seinni í ár ella fyrst í komandi ári verður væntandi setan av nøkrum fólki afturat.