06.05.2026 kl. 12.01
Skriva út
Oljudálkingarvenjing á Skálafjørðinum
Vørn skipaði fyri einari oljudálkingarvenjing á Skálafjørðinum mánadagin 4.mai 2026, har fleiri týðandi partar luttóku. Við í venjingini vóru Brimil, manningin á Tjaldrinum, Runavíkar sløkkjulið, Fuglafjarðar sløkkjulið, MRCC og Arbeiðseftirlitið.
Undir venjingini vórðu uml. 400 metrar av oljusperrum lagdir út, og arbeiðið gekk væl. Alt riggaði sum ætlað, og samstarvið millum luttakararnar var gott.
Vørn skipar javnan fyri slíkum venjingum í samstarv við stovnar, bjargingarfeløg og onnur fyri at tryggja, at tilbúgvingin altíð er klár at handfara møguligar oljudálkingar.

