29.01.2019 kl. 13.32
Skriva út

Opin uppboðssølu verður tann 31. januar 2019 kl. 13.

Fiskamarknaður Føroyar bjóðar út 1.276 tons av toski á Flemish Kap tann 31. januar 2019. Vørn skal gera vart við, at feløg ella persónar, sum ætla at bjóða á uppboðssøluni, skulu veita Vørn bankatrygd fyri gjaldið fyri rættindi at veiða. Trygdin skal vera veitt í seinasta lagi 1 tíma, áðrenn uppboðssølan byrjar. Keypari kann ikki geva boð fyri hægri upphædd enn ta trygd, hann hevur veitt. Trygdin skal stillast sum ótíðaravmarkað sjálvskuldarborgan ella sum onnur bankatrygd, ið kann metast at vera eins nøktandi. Møguleiki er eisini fyri at flyta kontant gjald á konto hjá Vørn á 6460 182.705.9. Trygd fyri uppboðssølugjald skal latast Fiskamarknaða Føroyar.

Víst verður til § 5 í kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu 2019.