21.01.2019 kl. 13.01
Skriva út

Polarhav fingið um skrúvuna

Partrolarin “Polarhav” boðaði í morgun (20.januar 2019)frá, at teir høvdu fingið millumhálaran um skrúvuna. Polarhav var staddur eysturi á Fugloyarbankanum. 
Millumhálarin er endin sum partrolarar brúka, til at fáa tann eina endan á trolinum frá hinum trolaranum
Brimil var staddur norðanfyri og setti alt fyri eitt kós móti og var hjá teimum kl 1300, settu fast og fóru at sleipa móti Sundi
Komu á Sund kl 2100, og fóru kavarar tá niður at skera av skrúvuni.
Stjørnan og Polarhav byrjaðu túr sunnudagin og hødu bert havt eitt hál í part. 
J.F.K trol í Klaksvík eigur Polarhav sum samtrolar við Stjørnuna.”

Myndirnar hevur Elias Zachariassen tikið