13.03.2023 kl. 12.00
Skriva út

Polarstjørnan sleipa heim av Íslandsmiðum á Klaksvík

Seint fríggjakvøldið 10. Mars boðaði Polarstjørnan Vørn frá, at teir høvdu maskintrupulleikar og tørvaðu sleip til lands. Polarstjørnan var tá stødd undir eysturlandinum í Íslandi.

Brimil setti kós ímóti Íslandi og var frammi hjá Polarstjørnuni seint leygarkvøldið. Polarstjørnan var tá stødd 40 fjórðingar í ein landsynning úr Høfn.

Byrja var at sleipa ímóti Føroyum. Teinurin at sleipa var umleið 240 fjórðingar.

Brimil og Polarstjørnan komu á Klaksvík seint sunnukvøld.

Myndirnar hevur Bjartur Tórhalsson tikið