14.10.2021 kl. 14.21
Skriva út

Rættindi skulu knýtast at egnum fiskifari

Veiðiloyvi

Vørn skal minna á, at frá 1. januar 2022 skulu øll rættindi vera knýtt at egnum fiskifari við veiðiloyvi ella avhendað endaliga. Talið av veiðiloyvum verður tá lagt endaliga fast, sí § 8, stk. 4 í lóg um sjófeingi.

Tað eru enn feløg, sum ikki hava boðað Vørn frá, hvørji fiskifør, tey ætla at knýta síni rættindi til. Um rættindahavari ikki boðar Vørn frá hesum áðrenn 1. januar 2022, fella rættindini burtur.

Rættindi kunnu einans knýtast til fiskifør, sum lúka treytirnar í § 5 í lóg um sjófeingi.

Treyt fyri at fáa veiðiloyvi er,

  1. at eigarin hevur ræði á rættindum at veiða sambært løgtingslógini, og at hesi rættindi vera knýtt at tí ávísa fiskifarinum í fiskiloyvi,
  2. at eigarin lýkur treytirnar í §§ 11 og 12
  3. at fiskifarið er skrásett í skipaskránni ella farskránni, sambært løgtingslóg um skráseting av skipum,
  4. at fiskifarið hevur siglingarloyvi frá avvarðandi føroyskum myndugleika, og
  5. at fiskifarið ikki er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum far, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella sum hevur stuðlað slíkum fiskiskapi

Siglingarloyvi

Vørn skal samstundis heita á allar eigarar av fiskiførum um at tryggja sær, at galdandi siglingarloyvi er skrásett á fiskifarinum. Vørn kunnugt eru nøkur eldri fiskifør í føroyskan fiskiflotanum, sum ikki hava galdandi siglingarloyvi í løtuni. Vørn fer í næstum at senda skriv út til tey, sum ikki hava hesi viðurskifti í lagi. Um siglingarloyvi ikki kann útvegast innan fyri eina rímiliga tíð, kann væntast, at veiðiloyvi verður inndrigið.

Alt omanfyri standandi er ikki galdandi fyri eigarar av fiskiførum í bólki 5.

Hevur tú spurningar til ávíst, ert tú altíð vælkomin at senda okkum ein teldupost á vorn@vorn.fo