01.11.2022 kl. 12.48
Skriva út

Reingerðarfólk til MRCC

Sókt verður eftir fólki at gera reint í hølunum hjá Vørn MRCC við Tinghúsvegin. Talan er um tann partin av bygninginum, sum MRCC búleikast í. Starvið er mett til 6 tímar um dagin. Umframt reingerð er uppgávan at keypa tað, sum tørvur er á til reingerð og annað, sum tørvar fyri at skapa trivna og hugna í umhvørvinum.

Førleikar. Royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur.

Setanartreytir. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsókn. Verður at senda til journal@vorn.fo  í seinasta lagi mánadagin 14. november 2022 kl 1200