08.04.2022 kl. 15.32
Skriva út

Rúsur eru drignar og tømdar av óviðkomandi í fleiri støðum

Nakrir av teimum ið hava loyvi at fiska hummara, hava sagt okkum, at onkur hevur gjørt seg inn á hummararúsurnar hjá teimum. Teir siga, at fleiri rúsur hjá, í minsta lagi trimum rættindahavarum, eru drignar, tømdar og síðan settar aftur. Teir siga, at teir hava helst mist virði av fleiri hundrað hummarum.

Rúsur eru drignar og tømdar av óviðkomandi í fleiri støðum.

Hetta er  sjálvandi rættiliga óheppið og keðiligt.

Teir ið hava loyvi at fiska hummara, eru álagdir ávísar treytir, so sum rúsutal, merking av reiðskapi, økisáseting o.a. Teir hava eisini altíð upplýst fyri okkum, hvar rúsurnar hava staðið, um vit hava biðið um tað. Nú er sjálvandi eitt sindur torførari at upplýsa hvar rúsurnar eru, tí at onnur hava drigið tær og sett tær aftur á øðrum stað.