05.07.2021 kl. 10.31
Skriva út

Seinasti radiotelegrafisturin farin úr starvi á Tórshavn Radio.

Fráfaringarhald fyri Poul J. Vitalis -  seinasti radiotelegrafisturin farin úr starvi á Tórshavn Radio.

Fríggjadagin 2. juli var fráfaringarhald á Tórshavn Radio fyri Poul J. Vitalis, sum fór frá vegna aldur. Poul J. hevur starvast á Tórshavn Radio síðan 1978,  so hann var meira enn 40 ár á sama arbeiðsplássi.

Tøkniliga er nógv broytt hesi 40 árini. Tá ið Poul J. byrjaði starvaðust eini 16 telegrafistar á Tórshavn Radio og einar 55.000 til 60.000 samtalur blivu avgreiddar um árið. So tað var ovmikið at takast við.

Men sum tøknin mentist bleiv minni og minni tørvur á skipssamtalum, og fyri fáum árum síðani gavst Tórshavn Radio at avgreiða skipssamtalur. Men tøkniliga ber tað framvegis til. Tað verður sjálvdan nýtt, men av og á í samband við trygd kemur tað fyri, at lækni á landi verður umstillaður til eitt skip. Telegrafistútbúgvingin er langt síðani farin í søguna og í dag eru tað bara fólk við skipsførara útbúgving, sum arbeiða á MRCC og Tórshavn Radio.

Poul J. er ein undirhaldari av Guðs náði. Tá, ið veitslur hava verið á skránni, er hann altíð klárur við eini yrking, og tær eru sanniliga góðar og skemtiligar. Og gittarin er altíð við. Vit vóna at hann eisini framyvir verður tøkur við eini góðari yrking og gittaranum.

Vit takka Poul J. fyri hesi mongu árini og ynskja honum eina góða pensionista tilveru.