04.08.2019 kl. 19.52
Skriva út

Sigling við RIB bátum á Ovastevnuni

Í samband við Ovastevnuna var nógv virksemi við RIB bátum. Hesir sigldu við ferðafólki millum Nólsoy og Tórshavn. Brimil var í økinum og tí varð gjørt av, at hyggja eftir, um bátarnir høvdu fleiri ferðandi umborð, enn tað ið reglur hesum viðvíkjandi áseta. Loyvt er at hava í mesta lagi 12 ferðandi umborð samstundis.

Manning av Brimli steðgaði 3 av RIB bátunum og taldi, hvussu nógv ferðandi vóru umborð. Hjá tí eina, vóru øll viðurskifti í lagi, meðan tað hjá hinum báðum vóru fleiri ferðandi, enn mest loyvda talið.

Politiið varð boðsent og kom á staðið beinanvegin.

Skipini hjá Vørn fara sjálvandi , í góðum samstarvi við Sjóvinnustýrið og Politiið, at hava eitt vakið eyga við hesum virksemi í framtíðini.