25.04.2020 kl. 01.44
Skriva út

Sjúkraflutningur frá útlendskum fiskifari

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog fór í gjárkvøldi kl. 19.50 út til eitt íslendskt fiskiskip eftir einum manni, sum hevði fingið skaða. Skipið royndi á eini leið 80 fjórðingar sunnanfyri Føroyar. Túrurin tók umleið 1 tíma hvønn vegin. Skaðin var so mikið álvarsamur, at maðurin kundi ikki viðgerðast í Føroyum og fór tí beinanvegin við flogfari til Íslands.