18.12.2020 kl. 11.42
Skriva út

Sjúkur russiskur sjómaður doyði umborð

Kl 1850UTC fekk MRCC boð frá agentinum hjá russiskum skipi, at ein sjómaður umborð var sjúkur, helst við koronu. Skipið var tá statt 250 fj. úr Føroyum, og var nærri Hebridunum enn Føroyum. Hetta var ov langt at fara hjá føroysku tyrluni. Samband varð tí tikið við Coast Guard í Stornoway og kannað um teir kundu taka sjúklingin í land. Tað kundi teir og játtaðu at fara. Men sjúklingurin versnaði og áðrenn tyrlan frá Stornoway kundi koma, andaðist sjúklingurin. Skipið heldur nú leiðina fram móti Noreg.

MRCC Tórshavn