31.10.2018 kl. 15.14
Skriva út

Skálafossur um skrúvuna 31.okt.2018

Um eitt tíðina í nátt boðaði trolbáturin Skálafossur frá, at teir høvdu fingið um skrúvuna. Teir vóru tá staddir norðanfyri.
Brimil kom til Skálfoss um 4 tíðina í nátt.
Kl 09 í morgun komu Brimil á Fuglafjørð við Skálafossi. Kavarar frá Brimli fóru niður og skóru av.
Skálafossur var á veg til fiskarí, tá teir fingu um skrúvuna.