21.08.2019 kl. 15.08
Skriva út

Skipari til VØRN

Eitt starv sum skipari við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Hevur ábrygdina tá manning av egnum skipi fremur eftirlit.
  • Skal kenna tær lógir og kunngerðir, ið Vørn arbeiðir eftir. So sum fiskivinnulóggávuna, fyrisitingarlógina og aðrar viðkomandi reglur.
  • Hevur umborð høvuðsábyrgdina fyri at G&T hondbókin verður fylgd og hildin virkin.
  • Skal arbeiða eftir avtalum, sum Vørn/Fiskiveiðieftirlitið hevur við aðrar stovnar.
  • Annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv:

  • Skipsførara útbúgving.
  • Vinnubræv sum Skipsførari við handilsskipum (STCW-regl. II/2 and V/1, Competency as Master).
  • Heilsuváttan fyri sjómenn.
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
  • Prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgeri, vinnukavari og onnur viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.

Setanartreytir:

Starvið er tænastumannastarv og lønt í 36. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumanna-felaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheiti er skipari.

Tann ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at øki verður umskipað, til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi  09. september 2019 kl. 1200.

Umsóknirnar skulu sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.