04.05.2018 kl. 22.20
Skriva út

Smaragd maskintrupuleikar

Um hálvgum átta tíðina í kvøld, boðaði trolarin Smaragd frá, at teir høvdu maskintrupuleikar stutt suður úr Borðoyanesi.
Makkarin hjá Smaragd, - Safir - setti enda umborð, og helt honum frá landi, til Brimil kom.
Brimil setti fast á Smaragd kl20:45 og kl 22:00 kom Brimil á Klaksvík við Smaragd.
Safir og Smaragd vóru á veg til fiskarí.

Myndirnar hevur Elias Zachariasssen tikið