10.09.2018 kl. 14.02
Skriva út

Søkjast kann um fiskiloyvi at fiska írestandi kvotu av toski og brosmu í Eysturgrønlandi

Av tí at útlit eru fyri at kvotan av toski og brosmu í Eysturgrønlandi ikki verður fullnýtt, skal Vørn hervið boða frá at søkjast kann um at fáa fiskiloyvi at fiska ikki fullnýtta kvotu av toski og brosmu í Eysturgrønlandi eftir at seinasta tíðarskeiðið endar 16. september 2018. Kvotan er avmarkað til fiskiskip í bólki 3. treytirnar í § 3, stk. 1- 3 í kunngerð nr. 71 frá 7. mai 2018 um fiskiskapin eftir botnfiski, rækjum og krabba við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2018, eru framvegis galdandi.

Í løtuni eru 223 tons av toski og 196 tons av brosmu eftir av kvotuni, hesi tøl skulu tó takast við tí fyrivarni, at skip fiska av kvotuni fram til 16. september 2018.

Freistin at søkja um fiskiloyvi er hósdagin, 13. september 2018, kl. 12.00.

Eru fleiri enn 6 umsøkjarar, verður avgerð tikin við lutakast um, hvørji skip kunnu sleppa til fiskiskap.