26.02.2019 kl. 13.48
Skriva út

Søkt verður eftir avloysara til Vørn/ MRCC

Av tí at eitt av okkara starvsfólkum er farið í farloyvi, verður søkt eftir einum avloysara, sum vaktgangandi á MRCC-Tórshavn frá 1. mei í ár til 1. feb. 2020

Starvið umfatar hesar uppgávur :
Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini
Tilkallivakt
Móttaka fráboðanir og taka støðu til- og samskipa hjálparveitingar á føroyskum sjóøki
Lurtivakt á Tórshavnradio
Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. Navtex, siglingarávaringar, veðurtænastan og ymiskt í sambandi við tilbúgvingina

Førleikakrøv:
• Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving
• Hava hollan kunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt mál
• Hollan kunnleika til teldur 
• Fullgilt GMDSS prógv
• Góð samstarvsevni

Setanartreytir: 
Starvið er tænastumannalíknandi og er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu
millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk. 
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið, og er tænastustaðurin í løtuni á MRCC-Tórshavn.

MRCC bjóðar:
Eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir altjóðareglum hjá IMO/ICAO og føroyskum lógarverki.
Ískoytislæru um: Leiting og bjarging, og hvussu farast skal fram.

Persónligir eginleikar:
Kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlondum.

Meira fæst at vita um starvið: 
við at venda sær til MRCC- Tórshavn tlf. 351302

Umsóknir:
Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Vørn/FVE, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn í hendi innan mánadagin 18.mars 2019, kl. 12:00. T-postur : journal@vorn.fo 

MRCC TÓRSHAVN