14.02.2020 kl. 13.34
Skriva út

Telegrafstøðin fingið jarðhita

Í gjár hósdagin 13. feb fekk Vørn MRCC jarðhita. Nú er allur bygningurin hitaður við jarðhita. Í hesum sambandi eru boraði tvey hol á 300 metrar. Hetta er ein verkætlan, sum er gjørd í samstarvi við Demich. Upprunaliga var ætlanin at finna eina loysn á at køla servararúmini niður. Verandi servara køliskipan nýtir gamla og orkukrevjandi tøkni, og MRCC ynskti at fáa skift hesa tøknina út við nýggjari. Úrslitið bleiv ein jarðhitaskipan, har hitin frá servararúmunum verður endurnýttur gjøgnum jarðhitaskipanina saman við hitanum úr jarðholunum.

Heiðurin at trýsta á knøttin fekk Elmar Højgaard, fráfarandi stjóri á Vørn