20.04.2019 kl. 13.45
Skriva út

Tróndur í Gøtu - maskintrupuleikar

Í gjár (16/4-2019) kl 18:45 boðaði Tróndur í Gøtu frá at teir høvdu maskintrupuleikar út fyri Æðuvík.
Brimil lá á Havnini har teir júst vóru komnir við Fagrabergi.
Brimil loysti beinanvegin og sett kós móti Trónda.
Kl19:30 hevði Brimil fingið fast á skipið, tá var Tróndur umleið ein hálvan fjórðing úr landi.
Brimil sleipaði Trónd í Gøtu á Fuglafjørð, har teir skulu landa 2600 tons av svartkjafti.

Myndirnar hevur Dávur Joensen tikið