Tvey størv sum 2. maskinmeistari við skipunum hjá Vørn verða hervið lýst leyst
2. meistari til Vørn
Tvey størv sum 2. maskinmeistari við skipunum hjá Vørn verða hervið lýst leyst.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:
- Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra
- Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er
- Fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan
- Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
· Vinnubræv sum “skipsmaskinmeistari á 2. stigi” ella maskinmeistari við 3 ára útbúgving og vinnubræv sum “vakthavandi maskinyvirmaður”
· Heilsuváttan og trygdarskeið fyri sjómenn
· Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
· Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
· Góð samstarvsevni
· Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunur, men ikki krav
Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar/motorpassarar á vaktarskipum. Starvið er tænastumannastarv og lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.
Starvsheitið er 2. maskinmeistari.
Tann, ið settur verður má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Áðrenn setan kann almenn revsiváttan verða umbiðin.
Størvini verða at setta sum skjótast.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 22. apríl 2024 kl. 12.00.
Umsókn skal sendast til :
Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: vorn@vorn.fo
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo