14.07.2017 kl. 09.24
Skriva út

Uppboðssøla av fiskirættindum

Fyrsta “afturlatna” uppboðssølan av fiskirættindum verður hósdagin 24. august 2017.

Rættindini, ið seld verða, fevna um hesi fiskasløg og nøgd:

• Makrelur: 5.447 tons
• Botnfiskur: 1.107 tons (Russiski parturin í Barentshavinum)
• Botnfiskur: 614 tons (Norski parturin í Barentshavinum)

Ávís feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn. Talan er um eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.

Formligu ásetingarnar um uppboðssøluna eru ásettar í kunngerð nr. 101 frá 12. juli 2017.

Nærri upplýsingar og reglugerð fyri uppboðssøluna fáast frá Vørn: www.vorn.fo

Dagfest: 14.07.2017

V ø r n .