23.03.2021 kl. 08.59
Skriva út

Vágasteinur maskintrupuleikar

Í gjár 07:15 (22.03.21) ringdi skiparin á Vágasteini til MRCC og boðaði frá, at teir høvdu trupulleikar við motorinum og ynsktu at Brimil kundi fylgja teimum til bryggju, teir vóru tá staddir norðanfyri Kallin.
Brimil setti kós móti Vágasteini beinanvegin, men 2 tímar seinni ringdi skiparin aftur og segði, at nú vóru teir uppsteðgaðir og ynsktu sleip inná Toftir.
Brimil var hjá Vágasteini kl 10:00, settu fast og byrjaðu at sleipa móti Toftum, kl 1530 var Vágasteinur komin at bryggju á Toftum.
Vágasteinur hevði 100000 pund av toski og hýsu inni, teir byrjaðu túr 11.03.21

Myndirnar hevur J.Joensen tikið