19.06.2020 kl. 07.49
Skriva út

Váttan um ábyrgdarpening og vinningsbýti

Vísandi til § 11, stk. 6 í sjófeingislógini, skal Vørn minna á, at feløg, sum hava rættindi at fiska og hava eitt avreiðingarvirði yvir 4 mió. kr., skulu í seinasta lagi 1. juli á hvørjum ári, lata Vørn upplýsingar um:

- hvør ábyrgdarpeningur er í felagnum,

- hvør skuld er, sum stendur aftan fyri aðrar kravánarar, ella har rentur ella afturgjald er knýtt at yvirskotinum í felagnum

- vinnningsbýti, ið er lutað út til útlendskan partaeigara.

Upplýsingarnar skulu vera váttaðar við trygd frá grannskoðara.