21.09.2018 kl. 11.34
Skriva út

Váttan um manningarviðurskifti.

Vørn skal boða frá, at váttan um manningarviðurskifti, sambært § 51, stk. 2 í lóg um fyrisiting av sjófeingi, skal latast inn, hvørja ferð søkt verður um fiskiloyvi.
Vørn hevur áður kravt váttanina árliga, men av tí, at Vørn ikki hevur innlit í, hvør fiskiskapur er fevndur av sáttmála, verður váttanin nú kravd, hvørja ferð søkt verður um fiskiloyvi.
Váttanin kann heintast á heimasíðuni hjá Vørn www.vorn.fo undir oyðubløð.

Vørn, 21. sep. 2018.