21.02.2024 kl. 12.00
Skriva út

Veðurstova Føroya søkir eftir fólki

Søkt verður eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki at taka lut í veðurvaktargongd og menningini av Veðurstovu Føroya.

Ábyrgd og uppgávur

Rætta fólkið skal við tíðini verða ført fyri at taka lut í gerð av veðurvánum, veðurmiðling og taka lut í dagligu uppgávunum á Veðurstovuni so sum at røkja tøkni, veðurstøðir og viðgera data.

Førleikar

Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving, ið hevur neyðugu førleikarnar innan stødd- og alisfrøði, so sum B.Sc. ella hægri innan veðurfrøði, orkuverkfrøði, verkfrøði, alisfrøði v.m. Eisini skal umsøkjarin helst hava viðkomandi royndir og kenna til grundleggjandi dataviðgerð og forritan.

Aðrir førleikar sum dentur verður lagdur á:

  • góð samstarvsevni og hug at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • smidligan hugburð til broytilig arbeiðsviðurskifti
  • góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum umframt áræði at miðla

Løn og setanartreytir

Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið. Starvið er fulltíðarstarv.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárð A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella á telduposti bardurn@vorn.fo

Umsóknir

Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

  • Vørn, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn
  • ella sum teldupostur til: vorn@vorn.fo (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati)

Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan mánadagin tann 11. mars 2024 kl 12:00.

Starvið verður sett skjótast til ber.