26.03.2021 kl. 14.18
Skriva út

Veðurstova Føroya veruleiki

Løgtingið hevur hækkað játtanina til veðurtænastuna, so nú verður skjøtul settur á at menna og dagføra eina nøktandi føroyska veðurtænastu, við betri og meira álítandi veðurforsagnum fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki. Hetta fer at hava við sær betri miðling um veðrið. Og hetta fer at geva møguleika fyri luttøku í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum, til gagns fyri sjóvinnu, vinnu á landi, flogferðslu, tilbúgving og tað føroyska samfelagið sum heild.

Veðurmenningarbólkurin hevur nú saman við Vørn gjørt uppskot til eina verkætlan, við støði í frágreiðing, ið varð handað táverandi landsstýrismanni í Fiskivinnumálum, í apríl 2019.

Mynd: Veðurstøðin við Hoyvíksvegin er umvæld seinni árini og verður í byrjanini høvuðsdeild hjá Veðurstovu Føroya

Veðurstova Føroya verður skipað sum ein deild undir Vørn, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum.

Føroyska veðurtænastan (almenn, sjóleiðir og mátingar) varð yvirtikin frá DMI tann 1. apríl 2009. Samstundis varð sáttmáli gjørdur við DMI um at halda áfram við at veita ymsar veðurtænastur til Føroya - veðurvánir, data til WMO, hagtøl v.m. Veðurtænastan fyri flogferðslu er enn ikki yvirtikin.

Høvuðsdeild verður á veðurstøðini omanfyri Boðanes

Høvuðsdeild og vaktarstova verður í byrjanini á veðurstøðini omanfyri Boðanes, Tórshavn. Veðurstøðin er umvæld seinnu árini og vil við smáum broytingum/ábótum kunna nýtast sum høvuðsdeild fyri Veðurstovuna. Fyrireikingar verða nú gjørdar so veðurfrøðingar kunnu byrja arbeiðið í næstum – í fyrsta umfari til venjingar og upplæring, men sum frálíður við at gera føroyskur veðurvánir umframt granskingar og menningararbeiði. Vónin er, at tað longu í heyst ella komandi vetur verður møguleiki at gera eina betri miðling av veðri og veðurvánum gjøgnum miðlarnar.

Í sambandi við tilbúgving verður kannað um møguleikan at gera vaktararbeiðspláss á viðkomandi støðum, so veðurfrøðingur í ávísum føri kann arbeiða har, og vera stuðul í sambandi við ymisk hjálpar- og bjargingararbeiði.

Setan av fólki

Lýst verður nú, í fyrsta umfari, eftir 2 veðurfrøðingum. Seinni í ár verður miða ímóti at seta deildarleiðara, umframt onnur starvsfólk. Fyribils skal veðurmenningarbólkurin virka sum ráðgevi hjá Vørn.

Mátingar, granskingar, miðling, undirvísing v.m.

Umframt veðurforsagnir hevur Veðurstova Føroya ábyrgd av føroyskum veðurmátingum til umheimin (WMO, GTS), og ætlanin er at menna og taka lut í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi, veðurmodellum og veðurlagsbroytingum, í samstarvi við stovnar og virki í Føroyum og útlondum.