12.04.2023 kl. 12.00
Skriva út

Veðurstovan søkir fólk til hálvtíðarstarv

Søkt verður eftir fólkið við viðkomandi útbúgving til hálvtíðarstarv á Veðurstovu Føroya, at byrja skjótast til ber.

Stutt um Veðurstovuna

Veðurstovan er enn í eini byrjanartilgongd har nógvar ymiskar og avbjóðandi uppgávur liggja fyri framman. Vit eru eitt lítið toymi sum gerða veðurvánir, veðurmátingar, veðurmiðling, umframt menna forrit og modellering til almennu føroysku veðurtænastuna.

Starvið

Vit hava brúk fyri einum ágrýtnum og veðuráhugaðum fólkið, ið kann luttaka í dagliga arbeiðinum á Veðurstovuni. Rætta fólkið skal við tíðini verða ført fyri at taka lut í gerð og miðling av veðurvánum, og ein upplæringartilgongd er tískil partur av starvinum frá byrjan. Viðkomandi skal eisini arbeiða við greining og helst eisini gransking innan veðurviðurskifti í Føroyum. Miðja verður mótið at starvið kann gerast fulltíðarstarv so skjótt fíggjarligu karmarnir loyva tí.

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni innan viðkomandi fakøkið t.d. BSc/MSc/PhD í veðurfrøði, havfrøði, alisfrøði, verkfrøði v.m.

Serligan fyrimun hava umsøkjarar við hollum royndum innan dataviðgerð, greining og forritan.

Aðrir førleikar sum dentur verður lagdur á:

  • áhuga fyri verðurviðurskiftum
  • góð samstarvsevni og hug at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
  • góðir telduførleikar

Løn og setanartreytir

Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið. Starvið er frá byrjan eitt hálvtíðarstarv, sum seinni kann gerast eitt fulltíðarstarv.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini. Tænastustaðurin er á veðurstøðini við Hoyvíksvegin í Havn.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárður A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella á telduposti bardurn@vorn.fo

Umsóknir

Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

  • Vørn, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn
  • ella sum teldupostur til: journal@vorn.fo (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati)

Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan mánadagin tann 24. apríl 2023 kl 12:00.