17.11.2023 kl. 12.00
Skriva út

Veiðiban nr. 8 - 2023

Við heimild í Løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019, § 59, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskapi við troli á eini leið í landnyrðing úr Fugloynni.

  1. 6241 N – 0621 W
  2. 6235 N – 0542 W
  3. 6238 N – 0542 W
  4. 6243 N – 0621 W
  5. 6241 N – 0621 W

Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 17. november 2023 klokkan 23:50 til 08. desember 2023 klokkan 23:50.