31.05.2019 kl. 08.27
Skriva út

Veiðibann fyri trol í vestara kanti á Munkagrunninum

Við heimild í Løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017, § 69, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri trol í vestara kanti á Munkagrunninum.

  1. 6116N – 0716W
  2. 6115N – 0719W
  3. 6123N – 0730W
  4. 6123N – 0725W
  5. 6116N – 0716W

Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 31. mai 2019 klokkan 23:00 til 27. juni 2019 klokkan 23:00.